Minningarorð um Ellu Smith Clementsen
Nú tað frættist, at Ella Smith Clementsen, barnabókarithøvundur og týðari, er farin, vilja vit á Bókadeildini vísa okkara djúpastu samkenslu við orðunum hjá Marnu Jacobsen, fyrrverandi ritstjóra á Bókadeildini. Eins og Marna skrivar í minningarorðunum niðanfyri, eru vit á Bókadeildini takksom fyri at hava verið ein partur av virkseminum hjá Ellu, sum á mangan hátt var eitt nýbrot í føroyskum barnabókmentum.
Marna Jacobsen hevur skrivað
Tað varð mær dátt við, tá eg í gjár frætti, at Ella Smith Clementsen ikki er millum okkum meira.
Ella var fødd 21. februar í 1952 og var tí bara 70 ára gomul, nú hon legði frá sær.
Eg kendi ikki Ellu persónliga, og hon gjørdi heldur ikki nógvan háva burtur úr sær, og kortini fari eg at siga nøkur orð um hana ella rættari um tað, sum, eg haldi, var eitt nýbrot í føroyskum barnabókmentum, og sum Ella Smith Clementsen hevur æruna av.
Í 1986 kom myndabókin Mikkjal út á forlagnum Bókadeild Føroya Lærarafelags. Orðini átti Ella Smith Clementsen, og myndirnar átti Tove Askham. Eg havi mangan hugsað aftaná, at hetta var í grundini fyrstu ferð, at mítt ættarlið fær myndabók á borðið, sum stavaði beinleiðis úr samtíðini, vit livdu í. Eg átti sjálv smá børn, og bókin var fantastisk, tí hon vendi sær beinleiðis til gerandisdagin hjá føroyskum børnum um fýra, fimm ára aldur.
Í einum av ummælinum, sum bókin fekk, helt ummælarin, Hervør Jákupsson, at tað var gott, at sleppa at lesa og síggja um gerandisdagin hjá havnarbørnum, men eg haldi kortini, at vit sum búðu á bygd, eisini kendu gerandisdagin hjá Mikkjali aftur. At spæla við bilar, spæla sjórænarar, svimja við pápanum og á seiðaberg við abbanum, har Mikkjal sjálvandi fór oman í Vágsbotn at halda tráðu, men tað kundi gera tað sama, tí høvuðssakin var at hann slapp at fiska.
Ein annar ummælari, Olivur við Neyst, frøddist um, at føroyskir myndprýðarar sluppu at royna seg, og onki er at ivast í, at sambandið millum tekst og myndir hjá Ellu og Tove eydnaðist stak væl. Bara tað at síggja tann so væl kenda mjólkarpakkan frá MBM á køksborðinum, gjørdi bæði meg, míni børn og allar trúgvar barnabókalesarar so sjelaglaðar. Tað skal bæði kreativitetur til og ikki minst evni til at síggja tingini úr barnins eygum og sjónarhorni. Tað dugdi Ella Smith Clementsen.
Í aðru bókini Mikkjal og Guðrun, sum kom út í 1990, fær Mikkjal eina lítlasystur. Sensatión! Ein upprunaføroysk bók, sum fortelur frá, at mamman skal eiga, og at Mikkjal fær úr at gera, tí lítlasystirin er komin. Og so er Mikkjal og ferðast heima á Sandi, og tað var ikki minni spennandi, tí har búðu vit.
“Um eg hevði skula valt millum tíggju kranabilar og eina lítlusystur, so hevði eg valt eina lítlasystur,” sigur Mikkjal, tá hann fær kranabil frá mammuni, tí at lítlasystirin fær so nógvar gávur, tá hon er fødd.
Ella hevur uttan iva fingið íblástur frá børnum sínum Pæturi og Hannu.
Ella Smith Clementsen skrivaði eisini aðrar søgur, serliga upp undir jól. Og munnu flestu okkara ikki kenna tann fitta jólasangin: Eg eri so spent til jóla, eg fái ein nýggjan kjóla. Vætturin, sum sjálvandi ikki hevur hala, men flættur.
Ella týddi eisini barnabøkur, t.d. bøkur hjá Astrid Lindgren, Ulf Löfgren, Anders Bodelsen, Sven Otto S. Sven Nordqvist; og so hevur hon eisini týtt Filpus Forvitna.
Tá eg inni á Andlátum sá, at familjan vil hava fólk at lata Bókadeildini eina peningagávu heldur enn at lata blómur og kransar, tá mátti eg svølgja nakrar ferðir. Eg veit, at Ella var glað fyri samstarvið við Bókadeildina. Hon fekk nógva hjálp frá teimum, sigur hon í samrøðu við útvarpið, tá hon fylti 60 ár. Og eg ivist onga løtu í, at Bókadeildin eisini er takksom fyri samstarvið við Ellu. Hon hevur saman við mongum øðrum rithøvundum lagt støði undir góðskuna á barnabókum, sum nú eyðkennir føroyska barnabókaútgávu.
Ella Smith Clementsen fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í 1994. Tá hevði hon skrivað fleiri bøkur og skrivað jólaleikir til sjónvarpið.
Dóttir mín Turið og Hanna hjá Ellu eru góðar vinkonur, og tí rakar tað meg eyka nógv. “Tað allarbesta, vit eiga, eru børnini,” sigur Ella í sama viðtali um sangin Vit eru rík, sum hon hevur skrivað.
Eg minnist undangongukonuna, Ellu Smith Clementsen, við takksemi.