David McKee, pápi Fívil, farin
Í gjár komu tíðindini um, at enski myndprýðarin og rithøvundurin, David McKee andaðist eftir stutta sjúkralegu. David McKee er serliga kendur fyri barnabøkurnar um Fívil, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út á føroyskum.
David McKee var føddur í Devon, Onglandi, í 1935 og las á Plymouth Art College. Við arbeiðinum ferðaðist hann kring heimin og búði í tíðarskeiðum í millum annað Barcelona, Nice og París. Seinastu árini búði hann í bæði London og Provence við unnustuni, Bakhta.
McKee byrjaði starvsleið sína við at tekna skemtitekningar til ymisk bløð, eitt nú The Times Educational Supplement, Punch og Reader’s Digest. Fyrstu bókina, Two Can Toucan, gav hann út í 1964. Kenda søga hansara um Fívil, sum á enskum kallast Elmer, var á fyrsta sinni útgivin í 1968, men bleiv serliga kend aftan á 1989, tá hon var myndprýdd og útgivin av nýggjum hjá forlagnum Andersen Press, sum McKee hevur starvast hjá síðani.
Fívil er enn ein av teimum mest eyðkendu og lisnu barnabókunum í heiminum og er seld í meira enn 10 milliónum eintøkum. McKee skrivaði og myndprýddi 29 bøkur um Fívil, og tær eru týddar til meira enn 60 mál – harumframt eru ítrivsbøkur og bøkur við leikum og klæðum skrivaðar og útgivnar burturav, sum byggja á Fívil.
David fekk í 2011 eina honorary doctorate frá Plymouth College of Art. Hann fekk í 2020 virðislønina The BookTrust Lifetime Achievement Award og fekk sama árið virðislønina ársins myndprýðari hjá British Book Awards.
Bøkurnar um Fívil snúgva seg millum annað um vinalag, inklusjón og at hátíðarhalda lívið. Á tann hátt spegla bøkurnar lívsáskoðanina hjá McKee. Hendan áskoðanin livir nú víðari í hansara bókum. Í 2020 segði McKee við felagsskapin BookTrust: “Barnabøkur kunnu mynda heimsáskoðanina hjá børnum. Í myndabókum hitta børn á ein hátt listaheimin fyri fyrstu ferð, og serliga í mínum bókum hava myndprýðingarnar í roynd og veru størri týdning enn søgan.”