Bókaárið 2021

Bókaárið 2021

Hóast korona aftur gjørdist ein avgerandi partur av farna ári, hevur bókaárið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2021 verið spennandi og forkunnugt við nýggjum upprunaføroyskum bókum, týðingum og bókatiltøkum. Vit á Bókadeildini vilja við hesum takka rithøvundum, týðarum, lesarum, limum og øllum samstarvsfeløgum fyri eitt sera væleydnað ár!

 

Í 2021 vóru útgávurnar hjá Bókadeildini 89 í tali. Av hesum vóru ellivu upprunaføroyskar bøkur! Annars vóru tað tólv smábarnabøkur, sekstan myndabøkur, nítjan tekstbøkur til størri og smærri børn, átta ungdómsbøkur, ein jólabók og ein bók til vaksin. Av hesum vóru tríggjar bøkur hjá Bókadeildini uppafturprentaðar og givnar út av nýggjum. Hesar vóru Gruffalo, Gruffalodiddan og Fyrstu hundrað orðini. Bókadeildin gav saman við Námi út 24 krabbabøkur og átta bøkur í krossfiskarøðini. Harumframt vóru seks bløð av teimum báðum barnabløðunum STROK og Píka7 útgivin, og seks útgávur av Skúlablaðnum.

 

Upprunaføroyskar bøkur

Heili ellivu upprunaføroyskar bøkur komu út í 2021! Les meira um bøkurnar niðanfyri.

 

Alva og Lias

Ein fitt, upprunaføroysk myndabók við søgum og fakta eftir Elsubeth M. Fossádal. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt.

 

Í bókini eru tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias. Elsubeth M. Fossádal er, umframt at vera rithøvundur, eisini lækni. Aftaná hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni: hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um vit brenna okkum. 

 

Abbi og eg og abbi

Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. 

Hvat man vera hent við abba? Henda barnabókin viðger á lættan hátt alzheimers og demens.

 

Dánial Hoydal skrivaði, og Annika Øyrabø myndprýddi.

 

Hilda og Monsi

Ein morgun fortelur pápin Hildu um álvagentur, sum duga gand. Hilda heldur ikki, at hetta er ein stuttlig søga, tí hon fer beint at hugsa um vin sín, Monsi, sum býr í gulu húsunum beint við Álvaheyggin, har sum álvagenturnar búgva. Hon fer beina leið heim til Monsi – hon má verja hann fyri álvagentunum.

 

Ranvør Isholm skrivaði, og Lena Nicolajsen myndprýddi.

 

Skrímslaleikur

Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl putlast við okkurt í loyndum. Tá Loðskrímslið er boðið til sjónleik, finnur tað ikki vinir sínar! Hvørji skrímsl munnu vera farin á pall? Skrímslaleikur er tíggjunda bókin um skrímslini. Bøkurnar eru týddar til fleiri mál.

 

Rakel Helmsdal, Kalle Güettler, Áslaug Jónsdóttir skrivaðu, og Áslaug Jónsdóttir myndprýddi.

 

Reiggjan

Tvíburarnir ynskja sær reiggju, men mamman og pápin siga kortanei. Men hví sleppa tey ikki at fáa reiggju?

 

Rakel Helmsdal skrivaði og myndprýddi.

 

Føroyska rossið

Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið finst bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.

 

Beinta Johannesen hevur skrivað bókina, sum er partur av krabbarøðini hjá Bókadeildini og Námi.

 

Rimarúmið – Tóra bók eitt

Rimarúmið er fyrsta bókin í fantasyrøðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

 

Elin Michelsen skrivaði.

 

Av Matterhorn í Leirvíkstún

Í Av Matterhorn í Leirvíkstún eru áhugaverdar, nemandi og hugfarsligar hugleiðingar um, hvussu tað er at búseta seg í Føroyum sum útlendingur, har alt er so nógv øðrvísi enn tað, tú kennir úr heimlandinum.

 

Monika Stauss Joensen skrivaði, og Klara Johannesen tók myndirnar.

 

Langa Lina langomma

Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og barn - líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum.

 

Aðalbjørg Linklett skrivaði, og Annika Øyrabø myndprýddi.

 

Loynigentan

Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er: hví tók Brynja, henda lívsglaða gentan, lívið av sær?

 

Tórunn Karina Henriksen skrivaði.

 

Mín jólabók 2021

Søgurnar í Míni jólabók 2021 áttu hesi: Halldóra Dam, Ingun Christensen, Jenny Svabo, Elsubeth M. Fossádal, Sólrún Michelsen, Rakel Helmsdal, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Tórunn Karina Henriksen, Jacob Olsen, Bergrún Íris Sævarsdóttir (Sanna A. Dahl týddi úr íslendskum), Elsa Birgitta P. Petersen, Bodil Maria Kirke Gullbein, Turid Thomsen og Maria Jørðdal Niclasen. Myndprýðingarnar áttu hesi: Lena Nicolajsen, Marjus Regins, Jenny Svabo, Lóey Vistrup, Solveig Hansen, Rakel Helmsdal, Charlotta Rasmussen, Karin Laksáfoss, Anna við Gil, Bergrún Íris Sævarsdóttir, Silja Eystberg og Tóra Zachariassen. Ítriv og ítrivsmyndir gjørdi Tjóðhild Patursson.

 

Turið Kjølbro og Beinta Johannesen løgdu bókina til rættis.

 

Árið í stuttum

Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Ungdómsskaldsøgan Sum rótskot hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs var í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021. Sum rótskot  er ein samtíðarlig og aktuell søga um ung og umhvørvistrupulleikar. Hon snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Bókin viðger eisini evni sum álvarsliga sjúku, vinalag og kynssamleika. Vit á Bókadeildini ynskja Marjuni hjartaliga til lukku við heiðrinum!

 

Føroyar lesa

Í 2021 helt átakið Føroyar lesa fram og gjørdi seg kanska serliga sjónligt við skeiðnum Kom og les, sum var á sumri 2021. Skeiðið var fyri lærarum, sum undirvísa børnum í 3.-4. flokki.

 

Føroyar lesa byrjaði í 2020 og er eitt átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Í átakinum eru nógvir samstarvspartar: almennir stovnar, skúlaverkið, bókasøvn, kommunur, forløg, feløg og fakfeløg.

 

Marna Jacobsen, ritstjóri, fór frá

Í summar varð ein av okkara kæru ritstjórum heiðrað og hátíðarhildin, tá hon fór úr starvi sínum á Bókadeildini fyri aldur. Marna hevur arbeitt á Bókadeild Føroya Lærarafelags í seytjan ár, og vit eru mong, sum fara at sakna hana – bæði starvsfólk á Bókadeildini, týðarar, rithøvundar, samstarvsfelagar, bókahandlarar og onnur, sum starvast innan føroyska bókmentaheimin.

 

Takk øll tit, sum í summar komu at hátíðarhalda okkara óføra, dugnaliga, arbeiðssama, stuttliga og hjartaliga ritstjóra, og Marna: takk fyri, at tú hesi seytjan árini hevur borið Bókadeildina fram á leið. Vit ynskja tær alt tað besta, nú tú ert vorðin fríyrkisfólk!

 

STROK og Píka7 ókeypis

Løgtingið gjørdi í 2020 av at hækka stuðulin til blaðútgávurnar við teirri grundgeving, at ynskiligt er, at allir næmingar í grund- og miðdeild fáa bløðini ókeypis. Saman við stuðli frá hvørjari einstakari kommunu sær komu vit í 2021 á mál, og síðani summarið 2021 hava allir næmingar í grund- og miðdeild fingið bløðini hvørja ferð, tey koma út! Hetta merkir, at tey í forskúla-3. flokki fáa Píka7, og at tey í 4.-7. flokki fáa STROK ókeypis, hvørja ferð bløðini fara út.

 

Beinta Johannessen, blaðstjóri, segði hetta vera eitt tað størsta, sum er hent í søguni hjá STROK og Píka7: ”Høvuðsendamálið við bløðunum og heimasíðunum er at geva børnum og ungum viðkomandi og spennandi tilfar úr teirra egna gerandisdegi, um teirra áhugamál og – ikki minst – á teirra egna máli. Og nú allir næmingar í grund- og miðdeildini fáa bløðini, kunnu vit endiliga røkka so at siga øllum børnum í Føroyum í hesum aldursbólki. Og tað er stórt, øgiliga STÓRT, ja, kanska tað størsta nakrantíð í søguni hjá STROK og Píka7.”

 

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens

Heystið í 2021 fingu Dánial Hoydal, rithøvundur, og Annika Øyrabø, myndprýðari, Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bókina Abbi og eg og abbi. Vit á Bókadeildini gleðast saman við Dániali og Anniku og ynskja teimum hjartaliga til lukku við virðislønini!

 

Bókadeildin á heimspremieru við Rowling

10. oktober 2021 gav heimskendi rithøvundurin handan Harry Potter-røðina út nýggja barnabók, og sama dag kom bókin út á føroyskum! Bókin hjá J.K. Rowling, sum kallast Jólagrísurin, snýr seg um, hvussu høgt eitt barn kann elska nakað, sum tað virðismetir mest av øllum – og hvussu langt tað vil fara at bjarga tí. Jim Field myndprýddi bókina, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum.

 

Í oktober 2021 segði stjórin á Bókadeildini, Niels Jákup Thomsen, soleiðis um útgávuna: “Vit gleðast um at vera partur av hesi spennandi útgávu. Eins og Harry Potter-bøkurnar megnar bókin at viðgera veruleikan á gandakendan hátt og talar soleiðis beint til børn í øllum aldri.”

 

Norðurlendsk bókmentavika

Norðurlendska bókmentavikan er eitt tiltak fyri skúlar, dagstovnar, bókasøvn og aðrar mentanarstovnar, og hon hevur til endamáls at varpa ljós á upplestur, lesigleði og norðurlendskar bókmentir. Í 2021 byrjaði hendan vikan mánadagin 15. november. Tá settu vit í Føroyum og nógv túsund onnur børn og ung um øll Norðurlond um sama tíma okkum at lurta, tá lisið varð upp úr somu søguni.

 

Søguevnini í 2021 vóru dreymar og longsil. Seinasta tíðin hevur verið merkt av øktari fjarstøðu og stongdum landamørkum. Einki er, ið sameinir fólk um landamørk, sum dreymar og longsil. Tað, ið vit droyma um og leingjast eftir er so sera ymiskt, men kenslurnar eru tær somu. Bókmentirnar hava til allar tíðir hjálpt okkum at droyma okkum burtur, nakað ið kanska hevur havt serliga stóran týdning undir alheimsfarsóttini.

 

Tann eina barnabókin, sum var vald til bókmentavikuna 2021, var týdd til føroyskt frammanundan, og sostatt kundu føroysk børn og ung eisini luttaka í hesi felags uppliving kring Norðurlond. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið hesa bók út, sum kallast Perlufiskarin. Finlandssvenski rithøvundurin Karin Erlandsson hevur skrivað bókina, og Guðrið Rubeksen týtt úr svenskum. Perlufiskarin er fyrsta bókin í eini bókarøð við fýra bókum. Tríggjar av hesum eru týddar til føroyskt (Perlufiskarin, Fuglatemjarin, Fjallaklintrarin), og í 2022 gevur Bókadeildin ta fjórðu bókina út!

 

Bókadagar

Bókadagar vóru hildnir í 2021 hóast koronafarsóttina. Tiltakið var aftur hesa ferð í Norðurlandahúsinum, men í staðin fyri at hava tiltakið í eitt vikuskifti, vóru Bókadagarnir aftur í ár í eina heila viku. Harumframt var neyðugt við tilmelding til øll tiltøk, eisini til tey, sum vóru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss var til øll, men eisini til smittuslóð. Bókadagarnir fevndu hóast alt um bæði  upplestrar, bókasølu, rithøvundasamrøður og mangt annað. Á henda hátt bar til at halda leiðreglurnar um frástøðu og samstundis koma tætt at tí góðu søguni.

 

Týðarar

Týddu bøkurnar úr farna árinum vórðu týddar úr svenskum, norskum, donskum, enskum og íslendskum.

 

Hesi týddu bøkur fyri Bókadeildina í 2021: Vagnur Streymoy, Jákup Sørensen, Ingun Háberg, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Niels Jákup Thomsen, Kristianna Poulsen, Laura May Lydersen, Ása H. Ellefsen, Silja Aldudóttir, Beinta Johannessen, Guðrið Rubeksen, Guðrun Gaard, Jens Petur Gaard, Tórarinn Niclasen á Rípuni, Bergur Rasmussen, Oddfríður Marni Rasmussen, Tórhallur við Gil, Heini F. Petersen, Gunnar Hoydal, Malan Háberg, Sanna Andrassdóttir Dahl,  Marna Jacobsen, Elsa Birgitta P. Petersen, Anna Maria Reinert Jensen og Pauli Hansen.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni