Vælkomin á spennandi orðaferð saman við mumitrøllunum!
Myndaorðabókin úr Mumidali er ein stuttligur og einfaldur máti at læra seg grundarlagið í enska málinum. Bókin er full av hentum orðum og litríkum myndum.
Við Myndaorðabókini úr Mumidali er tað lætt hjá børnum í øllum aldri at betra um sítt enska orðatilfeingi. Í myndaorðabókini eru meira enn 1200 spennandi orð og áhugaverd orð innan ymisk øki. Her finnast orð fyri litir, skap og mótsetningar. Vit práta um veðrið og árstíðirnar og spyrja, hvat klokkan er. Tekningarnar hjá Tove Jansson er fullar av smálutum, so nógvir møguleikar eru at siga frá tí, tú sært!
Við Myndaorðabókini gongur tað sum eftir ánni at læra seg eitt nýtt mál. Aftast er føroyskur-enskur og enskur-føroyskur orðalisti.