Tey í sætta er ein røð um nakarar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki.
Hóast hetta er ein púra vanligur flokkur, so hendir kortini ymiskt, sum eftir lítlari løtu kann venda øllum á høvdið.
og tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt.
Magga mundi sett í hálsin. meinti Maria veruliga hatta, hon sat og segði? Helt hon tað veruliga vera í lagi at geva einum alla skyldina fyri nakað, hann ikki hevði verið einsamallur um?
Maria flenti at andlitsbránum á Maggu.
- Hvat? Tað er tað lættasta, skilir tú ikki tað?
Mortan fær alla skyldina, og tað fekk hann eisini hesa ferð.