Bókarøð um næmingar í sætta flokki
Tey í sætta er ein røð, sum er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, já so hendir kortini ymiskt, sum eftir eini lítlari løtu kann venda øllum á høvdið. Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og at skula bera seg at, soleiðis um øll vilja hava, at tú skalt!
- Eg tók altso eitt sindur synd í Maggu í dag, segði Símun.
Anna segði einki beinanvegin. Kanska tímdi hon ikki at tosa um tað.
- Tað var hennara egna skyld, segði hon so. - Tú kanst ikki bara koma inn í ein nýggjan flokk og vera so løgin. Og so vænta, at øll halda teg vera stuttliga.
Símun hugdi upp á hana. Hvat meinti Anna við, at Magga var løgin?
Grønur krabbi (6. torleikastig)