Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Barn nr. 95

    Lucie Engombe

    Forvitnislig endurminning, ein týsk-afrikansk odyssé, sum Lucie Engombe hevur skrivað.
     

    Lucie Engombe er fødd í Ovambolandi í Namibia, men mátti 4 ára gomul flýggja saman við allari familjuni til Sambia og búði í flóttafólkalegu har.

    7 ára gomul vóru hon og fleiri onnur børn flutt til Eysturtýsklands at ganga í skúla og verða uppald til at gerast nýggja elitan í Namibia. Tiltakið var eitt samstarv millum frælsisrørsluna SWAPO og eysturtýsku stjórnina.
    Sjálv sigur Lucie í bókini, at hon gleddi seg til at fara, tí tað ger eitt hungursstungið barn, ið fær lovað gull og grønar skógir.

    Tilveran í Týsklandi gjørdist ein tíð full av sakni eftir mammu, pápa og systkjum.

    Men tá ið hon og hini børnini ellivu ár seinni vóru send aftur til heimlandið, eftir at Berlinmúrurin var fallin, mátti hon enn einaferð royna at byggja tilveru sína upp aftur av nýggjum í sínum fremmanda heimlandi.
    Í bókini eru privatar myndir hjá Lucie bæði úr Eysturtýsklandi og Namibia, eisini er yvirlit yvir søguligar hendingar í Namibia frá 1883 til í dag.

    Bókin er egnað bæði ungum og vaksnum

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2009
    • Lucie Engombe
    • Astrið Breckmann
    • týskt
    • frælsisrørsla, kommunisma
    • 324
    • heft við klaffum
    • 978-99918-1-722-4
Ein loysn frá Sendistovuni