Fyrsta krabbabókin í eianri røð av tíggju bókum um frøkun Ignoru í torninum
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, eksploderar onkuntíð, tá ið tað ikki gongur henni eftir vild. Hóast hon ikki kann lata vera, er hon kedd av, at tað er so. Fiskaseljarin roynir at siga henni, at trupulleikin við at eksplodera í høvdið á fólki, er, at tú fært skøvur í hjartað. Tað veit hann alt um, tí hann hevur eitt illa skøvað hjarta.