Fyrsta bók í røðini Úr mosakulluni
Sniffilin Nói finnur eitt grátandi risaskrímsl úti í skóginum. Tí noyðist heimkæri Nói við vinum sínum út á eina langa ferð at loysa gátuna um skrímslið, og lílti sniffilin noyðist at vera djarvari, enn hann vanlig er.
Bókin er ein sonn fragd fyri eygu og oyru, skrivað við einum inniligum tóna, sum egnar seg væl til at lesa upp fyri smáum børnum. Samstundis er søgan myndprýdd av einum av fremstu listafólkum okkara, Edward Fuglø, og sigast má, at hetta er hann sloppin væl frá. Bókin er prýdd við stórum myndum og vignettum, og høvuðslitirnir eru bjart reyðir, grønir og gulir.