Ein dagin vaknar ein moldvørpa við einum kukki á høvdinum, og tað ætlar hon ikki at lata sær lynda.
Søgan er um moldvørpina, sum ein dagin vaknar og hevur ein kukk á høvdinum. Hon vil sjálvandi vita, hvør hevur gjørt hesa dáragerð, og fer at spyrja seg fyri hjá ymsum dýrum. Lesarin fylgir við í próvførsluni, sleppur at síggja munin á lortum og endiliga at finna syndaran.