Onnur bókin í røðini um Viktoriu og Pingelipongin, sum býr í postkassanum.
Pinki er vinur Viktoriu. Hann er pingelipongur, sum býr í postkassanum hjá Viktoriu og teimum.
Tá ið Viktotia kemur heim úr summarferiu, fortelur hon Pinka um ein, ið fjalir seg í ferðataskuni, men Pinki trýr henni als ikki, og tey gerast óvinir fyri fyrstu ferð.
Dagin eftir byrjar Viktoria í fyrsta flokki, og tá gerst alt verri. Í skúlanum kennir hon ongan uttan grím, ið dámar so væl at arga.
Men tíbetur fær hon eina vinkonu, sum skilir Viktoriu og pingelipongar!