Púra garvillar søgur um hendingar, sum víkingar eru fyri á ferðum teirra runt um í heiminum
Hetta er ein bók, har søgur úr víkingatíð verða sagdar á ein heilt øðrvísi hátt.
Í bókini eru púra garvillar søgur um hendingar, sum víkingar eru fyri á ferðum teirra runt um í heiminum, men tær eru allar grundaðar á veruligar søgurligar hendingar.
Her eru søgur um Búa Berserk, Bárð Bráða, Súna Sanndroymda, Herálv Hepna, Torfinn Tónadeyva, Køtlu hina Klóku og mong onnur.
Á tann hátt ber til at hava eina skemtiliga løtu og samstundis gerast klókari.
Bókin er skrivað til óvitar, men kann saktans lesast av bæði ungum og gomlum.