”Tað var ein regnvátan, lýggjan februardag, tá eg saman við vinmanni mínum, Stefani Kondor, gekk niðan Altheubrekku í Gamla Býi, at eg sá tað.
Eina hond, sum kvikliga kom út gjøgnum eitt hurðarglopp, læt lokið á ruskspannini upp, slepti einum posa niður í og hvarv eins kvikliga inn aftur. Síðan varð hurðin klamsað aftur í lás. Kroppin, ið mundi hoyra til hesa hondina, sá eg ongantíð.”
Hondin við ruskposanum og ein njósnaraskaldsøga fær hugin á Hugo á flog, og áðrenn Hugo og vinirnir vita av, eru teir drignir inn í eina spennandi søgu. Sum dagarnir ganga, vísir hetta seg at vera nógv meira órógvandi, enn teir hava roknað við.