Dalurin fagri er skaldsøga um drongin Páll, sum veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra, sum altso er Hoydalar.
Dalurin fagri er skaldsøga um drongin Páll, sum veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra, sum altso er Hoydalar. Søgan tekur við um várið 1924, tá ið gentan Sigrid kemur í dalin, har sjúkrahúsið stendur, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr aftur dalinum.
Tuberklasjúkan mundi nema við hvørt einasta húski í Føroyum og setti sín dám á fleiri ættarlið í fyrru helvt av øldini.
Sjúkan er bast her um okkara leiðir, men nú hava vit so fingið eina skaldsøgu, sum á sín serliga hátt er við til at varðveita minnið um hesa døpru tíðina í søgu okkara