
Tað er summarferia – veðrið er gott, og øll hava tað stuttligt úti. So hvar er Greg Heffley? Inni og spælir telduspøl við gardinunum fyri. Greg, sum sjálvur sigur seg vera ein „innandurapersón“, útlivir sín størsta summardreym: onga ábyrgd og ongar reglur. Men mamma Greg hevur eina aðra mynd av einum fullkomnum summari … sum er fult av útilívi og „familjusamveru”.
Hvør dreymur fer at vinna? Ella fer ein nýggur familjulimur kanska at broyta alt?