Abbi Troodonur hevur sent Trygva eina ordiliga stóra og loyndarfulla jólagávu við verðins besta yvirraskilsi í. Trupulleikin er bara, at bæði pakkin og postboðið, sum skuldu koma við honum, eru burtur! Finna Rasmus og Trygvi jólagávuna áðrenn jólaveitsluna? Og passar tað, at ein risastórur rovdinosaurur lúrir í mýriskóginum? Aðrar bøkur í røðini: Eggið, Svimjikappingin, Ferðin, Skattaveiðan, Bestuvinir, Sjóskrímslið, Loyndarmálið.