Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Kríggið, sum broytti Rondo

    Roman Romanyshyn

    Vinirnir Danko, Zirka og Fabian búgva í tí lítla, friðarliga býnum Rondo. Alt er gott til lagnutunga dagin, tá Kríggið kemur. Tey royna at tosa við Kríggið og stríðast ímóti tí, men einki sær út til at kunna steðga Krígnum at oyðileggja alt rundan um seg. Men tá øll í býnum arbeiða saman, hómast ein vón. Kríggið, sum broytti Rondo sigur eitt sindur um pínuna, sum menniskju kunnu uppliva í kríggi og eftir eitt kríggj. Men kanska týdningarmest av øllum so miðlar bókin eina vón um tann friðin, sum fer at koma eftir eitt kríggj.

    Ætlanin við bókini er at fagna friði, mótstøðu og hjálp. Roman Romanyshyn og Andriy Lesiv úr Ukraina hava gjørt bókina sum eina reaktión upp á kríggið í heimlandinum í 2014.

    Øll søluinntøkan av bókasøluni fer til Reyða Kross Føroya og teirra arbeiði við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum. Stóra takk til tykkara, sum hava hjálpt við útgávuni.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2024
    • Roman Romanyshyn
    • Sanna A. Dahl týddi úr norskum
    • Ukrainskt
    • Andriy Lesiv
    • Kríggj, vón, Ukraina
    • 36
    • Innbundin
    • 978-99972-0-979-5
Ein loysn frá Sendistovuni