“Eg komi ikki við,” sigur hon við veikari rødd.
“Hví ikki?” Ester hyggur bangin at Annu.
“Tí eg tími ikki. Eg haldi, at setursskúlar eru keðiligir.”
“Heldur tú? Nei, kom nú, Anna, tað verður ordiliga stuttligt!
Vit skulu jú vera saman!”
2. b skal á setursskúla á Fanø. Men Anna sigur nei takk!
Tíbetur leggur Ester eina góða ætlan.
Bókarøðin ANNA er um góðar vinir, fitt dýr, setursskúla, familju og fótbólt.
ANNA Nýggj genta í flokkinum (1)
ANNA Setursskúli – Nei takk! (2)