Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Ein nátt í Betlehem

    Bjarne Reuter

    Drongurin Boas er úti og leitar eftir tjúkka frensinum Jetro. Men í skýmingini er fult av soldatum og fremmandum fólkum í Betlehem. Boas finnur frensin, sum hevur krógvað seg undir beristólinum hjá ónda konginum Heródesi, og skundar sær avstað.

    Í loyndarfullu náttini møtir Boas trimum stjørnuspámonnum á kamel um. Teir hava fylgt einum løgnum ljósi á himmalinum heilt úr Eysturlondum til Betlehem. Hann tekur fremmandu menninar við heim í húsini hjá pápanum, har ein ungur maður og kona hansara, sum er við barn, eru sloppin at gista í einum fjósi. Hetta verður ein nátt sum eingin onnur nátt.

    Bjarne Reuter hevur á fjálgan hátt umyrkt jólaevangeliið, og Kamilla Wichmann hevur myndprýtt við undursomum akvarelltekningum.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2023
    • Bjarne Reuter
    • Kristianna Poulsen
    • Danskt
    • Kamilla Wichmann
    • Jólaevangeliið, jól
    • 56
    • Innbundin
    • 978-99972-0-910-8
Ein loysn frá Sendistovuni