Ein morgun í desembur verður langi vetrarsvøvnurin hjá mumifamiljuni avbrotin. Uttanfyri er heimurin umskapaður: okkurt hvítt og løgið liggur um allan Mumidalin, og Filifjonkan, Heimilin og øll hini hava øgiliga nógv um at vera við mati og gávum. Tað er okkurt, sum tykist bæði løgið og vandamikið, og tað kallast Jólini.
Rithøvundarnir ALEX HARIDI og CECILIA DAVIDSSON hava endursagt væl umtóktu stuttsøguna Granntræið eftir Tove Jansson, og listakvinnan FILIPPA WIDLUND hevur givið henni nýggjar myndir.