Rebekka er akkurát byrjað at arbeiða á sambýlinum. Hon hevur verið á innleiðslu skeiðinum og fylgir øllum reglunum, sum standa í mappuni. Hvønn dag møtir hon Ahmed, sum dansar við lendunum, Hamid, sum hevur eitt bræv frá Útlendingastovuni liggjandi á náttborðinum og Zaher, tann nýggjasti á sambýlinum, sum flytur seg kvirt eftir gongunum í sínum glitrutu sandalum. Rebekka roynir at halda eina fjarstøðu ímillum seg og dreingirnar, ikki koma ov tætt uppá.
Men viðhvørt situr hon saman við teimum við sjóvarmálan og fiskar. Har sigur onkur frá um fjøllini í Afganistan, ein greiðir frá, hvat menstruatión er, og ein spyr, um hann sleppur at halda í hondini á henni eina løtu.