Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey sleppa undan agentunum, sum sperra vegin, og rýma við lastbilinum hjá einum ektaðum sirkusstjóra. Hvat er betri enn at goyma seg millum ferðandi sirkusfólk og ævintýrarar?
Tað vísir seg skjótt, at í sirkusinum eru stór loyndarmál. Kunnu Elvin og Lýdia avdúka alt, uttan sjálv at verða avdúkað?