Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Eldgos

    Zakiya Ajmi

    ”Hvar hevur tú lært hatta? Hatta har, sum tú gert?“

    ”Tað eitur parkour,“ sigur hann. ”Tað er eitt slag av ítrótti, har mann brúkar býin sum bana.“

    Idris flýgur fleiri metrar gjøgnum luftina. Bingjan gevur eitt doyvt duk frá sær, tá hann lendir á tí grøna plastlokinum. Hann rennur við longum fetum. Annar fóturin nær akkurát at raka bingjuna, áðrenn hin fóturin er á veg ímóti tí næstu. Eg røri meg eisini. Innaní, í øllum førum. Tað liggur eitt lag við tektoniskum plátum undir húðini. Tær stoyta saman til fjallaryggir og trekkja seg frá hvørji aðrari, so gjáir koma fram, sum eru so djúpar, at tú kanst detta í allar ævir. Tað kennist, sum okkurt brestur. Sum um mín beinagrind mjølvast og verður til hvítt dust, og innvølurin druknar í ovurstórum grótbræðingarbylgjum. Idris lendir tætt við meg. Ordiliga tætt. Hansara bleytu krúllur kitla meg á kjálkan, og eg eri um at gráta.

    Anna og mamman hava búð á eini kreppumiðstøð. Nú eru tær fluttar í ein annan bý. Tær vilja gjarna byrja av nýggjum, men tað er trupult at byrja upp á annan part, tá fyrsti partur ongantíð er heilt liðugur.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2023
    • Zakiya Ajmi
    • Marna Jacobsen
    • Danskt
    • 176
    • Heft
    • 978-99972-0-850-7
Ein loysn frá Sendistovuni