Nornadómur er onnur bókin í røðini um Korku, sum er leysingabarn, ið tann norski landnámsmaðurin Tórálvur Tórisson á Roykjavøllum fær saman við Mýruni, einari írskari trælkvinnu.
Nornadómur er onnur bókin í røðini um Korku, sum er leysingabarn, ið tann norski landnámsmaðurin Tórálvur Tórisson á Roykjavøllum fær saman við Mýruni, einari írskari trælkvinnu.
Í fyrru bókini Við Urðarbrunn, ið Bókadeildin gav út í fjør, rýmdi Korka úr Íslandi og kom at enda á Heiðina í Danmørk, har víkingurin úr Suðuroyggjum, Atli Atlason, keypir hana sum træl. Hóast stættarmunin gerast Korka og Atli góð. Tá ið Atli kemur illa fyri, bjargar Korka honum, men letur hann lova at loysa seg úr trældómi afturfyri. Hann játtar, og tey rýma úr Heiðini um náttina. Tey koma til lands í Suðuroyggjum, men ættin hjá Atla er ikki fegin um gentuna, sum hann hevur kosið sær. Tey síggja tí ikki annan møguleika fyri hjúnarbandi enn at rýma og gerast niðursetufólk onkra aðrastaðni. Korka vil ógvuliga fegin sleppa á Vesturfirðirnar í Íslandi, tí rúnirnar hava sagt henni, at systir hennara og systurdóttirin eru í vanda.
Bøkurnar um Korku fara fram í víkingatíð, og umframt at skriva eina sera spennandi og hugtakandi søgu, megnar høvundurin framúr væl at lýsa gerandisdagin hjá víkingum. Í Íslandi verða bøkurnar brúktar í søgufrálæruni í miðnámsskúlunum.