Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Korkusøgur - Við urðarbrunn

    Vilborg Dáviðsdóttir
    Spennandi, virðislønt bók um trælagentuna Korku, sum tekur lesararnar inn í fyrstu ættarlið íslendinga.
    Illa á holdi komin kemur unga trælagentan Korka á rossinum Froyfaksa til Roykjavallar, tá garðurin, hon býr á í Álvadali, verður tikin í skalvalopi. Í skalvanum doyggja mamma Korku og alt hitt húsfólkið í Álvheygi. Á Roykjavøllum búgva Úlvbrún forna, sum dugir meiri enn at mæta sær, og Tórálvur, ið hevur nógv ættfólk og trælir undir sær á garðinum. Korka kemur undir veingjabreiði Úlvbrúnar, ið lærir hana at lesa rúnirnar. Úlvbrún sær, at dugur er í gentuni, og hon roknar seg fram til, at Korka er dóttirin, Tórálvur fekk við Mýruni, ið hann hevur tikið til Íslands úr Írlandi á sinni. Eftir eina tíð verður hon noydd at flýggja av garðinum og kemur umborð á skip, ið skal til Danmarkar. At duga rúnarkynstrið kemur henni ikki alla tíðina til góðar. Eftir at hava sagt Ólavi kongi svenska frá, hvør lagna hansara verður, verður hon aftur noydd at flýggja, men hesa ferð ikki einsamøll. . .
    Spennandi, virðislønt bók, sum tekur lesararnar inn í fyrstu ættarlið íslendinga.
    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2003
    • Vilborg Dáviðsdóttir
    • Tóra Tóroddsdóttir
    • íslendskt
    • Edward Fuglø/Helgi Sigurðsson
    • víkingatíð
    • 225
    • heft við klaffum
    • 99918-1-350-0
Ein loysn frá Sendistovuni