Í mong hundrað ár var hann hildin at vera ein hetja, men var hann tað? Síðan dagarnar hjá Magnusi Heinason hava fólk verið ymisk á máli um hann. Var Magnus Heinason ein hetja, sum fekk ein órættvísan deyða, ella ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið? Magnus Heinason vaks upp í Føroyum í 16.øld. Hann var ævintýrari og sjógarpur og kendur víða um í Norðurlondum og Evropa fyri at stríðast ímóti sjórænarum, men ikki minst fyri at vera ógvuliga djarvur og snildur.