Alice og Elias ferðast gjøgnum stjørnubreytina saman við manningini umborð á rúmdarfarinum Kvirruni. Tey leita eftir tí kraoaraskipinum, har mamma teirra verður hildin til fanga.
Á rúmdarstøðini Jarnrósuni eydnast tað teimum at finna fíggindaskipið. Trupulleikin er bara, at hundraðtals kraoarakrígsmenn verja tað. Elias og Alice vilja kortini gera alt fyri at bjarga mammuni. Tey gera eina bjargingarætlan og eru væl í gongd við at seta hana í verk, tá alt knappliga verður vent á høvdið…
Jarnrósan er annar partur í framtíðarsøgurøðini Stórveldisins arvingar. Ein rúmdarsøga, sum inniheldur bæði litrík undurverk og myrkar gátur, ferðmikil ævintýr og óhugnalig møti við tað ókenda.