Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Hestur Horse Pferd Cheval Love

    Eitt fræhár er ein várhagasólja við einum fallskýggja.

    Taxa er ein genta, sum ordiligt eitur Vanessa.

    Naja er eitt navn, ið ljóðar sum bæði nei og ja.

    Sólblómugentur eru gentur, sum eru áhugaðar í dreingjum, ikki rossum.

     

    Taxa hentar eina várhagasólju og blæsur. Har er bara ein lítil fallskýggi eftir, og Taxa nikkar. „Ein sjeikur,“ sigur hon. Hon vil hava, at Naja spyr, hvør tað er, men Naja tímir ikki. „Tað eitur eitt fræhár,“ sigur Naja. „Hvat sigur tú? Frathár?“ flennir Taxa. „Eg segði fræhár.“ „Frata fræhár.“ „Steðga nú, tað er ólekkurt.“ Naja vendir sær. „Eg fari aftur,“ sigur hon.

     

    Hestur Horse Pferd Cheval Love er ein skaldsøga um at hava ein vin, sum er øðrvísi enn tú. Um at føla seg sum eitt barn og ein tannáring í senn. Um at duga at skilja tað, sum er øðrvísi, og samstundis vera ein sjálv.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
Ein loysn frá Sendistovuni