Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Ævintýrabókin

    Peter Madsen

    Í Ævintýrbókini eru 25 av teimum allarbestu, klassisku ævintýrunum. Her eru bæði tey meira kendu, so sum „Snjóhvíta“, „Hans og Greta“ og „Teir tríggir Bukkarnir Brúsi“ saman við teimum minni kendu, so sum „Prinsessan á glasfjallinum“, „Drongurin, sum vildi læra ræðsluna at kenna“ og „Soria Moria slottið“.

    Øll ævintýrini hevur Peter Madsen endursagt í síni fullu longd og lætthent latið í ein nýggjan máltóna, sum serliga tekur støði í teimum kæru fólkafrásagnunum eftir: Perrault, brøðurnar Grimm, Asbjørnsen og Moe og Svend Grundtvig. Bókin er so dyggiliga myndprýdd við ikki færri enn 175 tekningum, sum rithøvundurin hevur teknað.

    Peter Madsen er millum annað eisini kendur fyri at hava teknað teknirøðirnar: Valhalla og Menniskjasonurin og eisini nýggju myndabókarøðina: Trøllalív.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2021
    • Peter Madsen
    • Oddfríður Marni Rasmussen
    • Danskt
    • Peter Madsen
    • Ævintýr
    • 200
    • Innbundin
    • 978-99972-0-712-8
Ein loysn frá Sendistovuni