Onnur bókin í røðini um Eygnasteinin.
Við Perlufiskaranum førdi Karin Erlandsson okkum niður í havdýpið millum syngjandi perlur, gormkrabbar og rósuhávar.
Í Fuglartemjaranum fær frásøgnin eitt sterkt og spennandi framhald.
Í norðara havnarbýnum fyrireika tey seg til veturin. Miranda og Syrsa hava búsett seg í húsunum hjá Lydiu, og við sama fimi, sum Mirandi kavaði eftir perlum, klatrar hon nú høgt upp í smaragdkrúnurnar, har hon høggur við øks síni.
Men veturin kemur tíðliga og við vetrinum óndar kreftir, sum skjótt hava tikið vald á býnum. Dagskaturnar bera seg øðrvísi at, og tær leypa á í flokki. Tá ið Iberis við tí hvíta hárinum kemur til býin, broytist tann vinaligi býurin og er ikki til at kenna aftur.