Einaferð vóru tað tríggir geitarbukkar, sum allir itu Brúsi.
Teir skuldu suðureftir at ferðast.
Lítlibrúsi var ikki heilt álvuligur av ferðaætlanunum. Hann vildi vita, um trøll vóru í heitum londum.
Nei, segði Miðlingabrúsi. Bara í Føroyum og kanska í Noregi.
Men Lítlibrúsi vildi vera tryggur, so hann tók vatnpistólina við sær, um nú okkurt skuldi hent ...