Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Nú ríður tú heim

    Olav H. Hauge
    Í savninum, nú kemur út, eru yrkingarnar allar úr Dropar i austavind, sum av mongum verður hildið at vera eitt hitt merkisverdasta norska yrkingasavnið í seinnu helvt av 20. øld.
     
    Olav H.Hauge er norskur yrkjari, føddur í Ulvik. Hann var garðyrkismaður og kallaði seg sjálvan ”ein vanligan arbeiðsmann”.
    Í veruleikanum var hann ein óvanligur arbeiðsmaður, meira kendur sum fremsti norski lýrikari í nýggjari tíð.
    Hann gav út sjey yrkingasøvn. Tað fyrsta kom út í 1946, og synd er at siga, at fólkið í heimbygdini góvu honum nakran serligan ans. Í bókahandlinum í bygdini varð eitt yrkingasavn bílagt, tí ein áhugaður hevði biðið um tað. Hetta broyttist tó, tá ið Hauge gjørdist viðurkendur yrkjari bæði úti og heima.
    Olav H. Hauge var bæði klassisistur og modernistur; Spennið og skaldsliga flogið í yrking hansara, frá tí staðbundna til tað almenna, frá tí samansetta í formi og innihaldi til tað leyshenta, hevur svarað so væl aftur hjá bæði leikum og lærdum, at hann verður mettur at vera millum mætastu norsku yrkjarar í nýggjari tíð.
    Modernistur var hann tó ikki mettur at vera, fyrr enn yrkingasavnið Dropar i austavind kom út í 1966. Hetta lýsir hann sjálvur í einari yrking:
     
    Eisini hann fekk hug at royna
    hesar nýggju stylturnar.
    Hann hevur klórað seg upp
    og stígur varliga sum ein storkur.
    Undarligt so víðsýntur hann gjørdist.
    Hann kann enntá telja seyðin hjá grannanum.
     
    Hendan og aðrar framúrskarandi yrkingar kunnu lesast í nýggjum yrkingasavni, sum Heðin M.Klein hevur týtt.
    Týðarin sigur í formælinum, at tað var sum ein opinbering at lesa yrkingarnar hjá Olav H. Hauge í tíðarsamanhangi, og at orðini hjá Chr. Matras um einfeldina í orðum komu til sín rætt, so hvørt sum hann hevur lisið seg fram í skaldskapi hansara.
    Í savninum, nú kemur út, eru yrkingarnar allar úr Dropar i austavind, sum av mongum verður hildið at vera eitt hitt merkisverdasta norska yrkingasavnið í seinnu helvt av 20. øld.
     
    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2005
    • Olav H. Hauge
    • Heðin M. Klein
    • norskt
    • Bárður Jákupsson
    • yrking
    • 48
    • heft við klaffum
    • 99918-1-479-5
Ein loysn frá Sendistovuni