Vit fylgja einari 16 ára gamlari jødiskari gentu, Rivu, frá tí at týskararnir stongdu jødarnar inni í ghettoum í pólsku býunum, og til allir jødar verða fluttir í týningarlegur í Eysturproysalandi.
Frásøgnin lýsir ikki bara nágreiniliga ræðuleikarnar í nasistisku týningarlegunum, men hon sigur okkum eisini frá menniskjum, ið halda saman og eiga ófatiliga styrki, kærleika og vilja at liva.