Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Grund 1

    Steinbjørn B. Jacobsen

    Í fyrstu bókini við endurminningum greiðir Steinbjørn ógvuliga livandi frá uppvøkstrinum í føroyskari bygd í 30, 40 og 50 árunum.
     

    Í fyrstu bókini við endurminningum greiðir Steinbjørn ógvuliga livandi frá uppvøkstrinum í føroyskari bygd í 30, 40 og 50 árunum.
    Steinbjørn fer víða, hann ferðast aftur og fram í lívi sínum. Mangt, sum er hent í vaksnamannlívi hansara, verður sett í samband við uppvøksturin, og tað, hann hevur fingið sum barlast í barnaárunum, er mangan nakað, hann sær aftur og skilir, tá ið hann gerst tilkomin.
    Í endurminningunum verður sagt, at barndómurin í áramáli ikki er langur, men minnini kunnu kortini gera nógv um seg, hvussu lítil og einkisigandi tey tykjast at vera.
    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2004
    • Steinbjørn B. Jacobsen
    • føroyskt
    • Grafik Studio
    • endurminning
    • 274
    • heft við klaffum
    • 99918-1-433-7
Ein loysn frá Sendistovuni