Hetta árið mugu tey stríðast, Lena, Trilli og abbin, bæði við seg sjálv og við náttúrukreftirnar. Tí hvat skalt tú gera, tá tað bara er mótvindur, og eingin leggur í tað, sum tú dugir?
Ein nýggjur fótbóltsvenjari ger lívið trupult fyri tólv ára gamla málverjan Lenu Líð.
Í grannahúsinum hugsar Trilli um, hvussu hann skal fáa ta nýggju gentuna í flokkinum at varnast seg.
Og á sjónum baksast abbin sum vant uttan at hugsa um, at hann er blivin gamal.