Ein sterk frásøga um harðskap í familjuni.
Pápi Odu koyrir súkkluna í bilhúsið, nú skal Oda ikki koyra meira á súkklu, tí hon dettur so illa og fær skaða.
Hesa søguna fortelur Oda fyri øllum, sum spyrja. Men bæði hon og mamman vita, at sannleikin er ein heilt annar. At sannleikin er ein søga, sum Oda ikki fær fortalt nøkrum, ikki pápanum, ikki læraranum, ikki besta vininum Miladi, sjálvt um Milad hevur upplivað nógv verri ting, áðrenn hann kom at búgva í bygdina, har Oda býr.