Annað bind av Bókini um Dust, um Lyru, sum nú er vorðin ung kvinna.
Lyra er nú vorðin ung kvinna og gongur á universitetinum í Oxford. Av tí sum er farið fram, sita Lyra og daimonurin als ikki væl um sátt, og endin verður, at daimonurin fer av stað og letur Lyru verða einsamalla eftir. Stórar broytingar fara fram rundan um Lyru bæði á Jordan universitetinum, har hon býr, og úti í heiminum. Framleiðslan av rósuolju er steðgað, nýtt strangari kirkjuráð verður sett á stovn, og hvat er hetta loyniliga samveldið?