Eitt inniligt ævintýr eftir Ulf Stark og myndum eftir Annu Høglund.
Áðrenn pápi Jørund doyr, gevur hann honum eini ráð: lurta eftir hjartanum og ger tað, ið tað ræður tær til. Við hesum ráðnum fer Jørundur út í verðina at leita eftir sínari dreymaprinsessu. Ein dagin finnur hann hana, men í ríki hennara ræður ein óndur dreki, sum hvønn mánað etur eina ungmoy, og nú eigur prinsessan tørn.