Vakurleikin og ódjórið er kend søga, sum Susanna Davidson hevur endursagt.
Tá ið pápi Bellu hentar eina rósu í urtagarðinum á einum slotti, møtir hann einum ræðuligum ódjóri. Djarva Bella setir sær fyri at bjarga pápanum … men hvat bíðar henni á gandaða slottinum? Søgan var fyrstu ferð søgd fyri 4000 árum síðan.
Bókin er í triðja torleikastigi.