Hví eri eg akkurát tann, eg eri? Hví bleiv eg ikki ein onnur? Hvat var eg, áðrenn eg varð fødd, og hvat verði eg, tá eg doyggi? Hevði eg eisini verið eg, um eg varð fødd onkra aðra staðni? Um hárið á mær var ljóst, og eg gekk í einum øðrum flokki?
Bókin varpar ljós á smáar og stórar spurningar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu. Í tí einastandandi samanspælinum millum myndir og tekst fáa vit innlit í tankar hennara um lívið, deyðan, vinir, familju, einsemi, útsjónd og popularitet.
Ein still og poetisk kanning av samleika, og hvussu tað kann vera at vera genta í dag.