Maria Mikkelsen skrivaði fleiri lýsingar av kendum føroyingum. Hesa um A. C. Evensen hevur Tórarinn Evensen týtt.
A. C. Evensen (1874-1917) var prestur og seinni próstur í Føroyum.
Hann hevði sera stóran áhuga í at gera nakað munagott fyri føroyskt mál: gav fleiri lesibøkur út til børn í skúlaaldri, kendasta er kanska Harubókin.
Hann gav eisini tíðarritið Búreisingur út.