Forlagið Varðin gav bókina út í 1980 við týðing eftir Heðini Brú. Nú geva vit hana út í nýggjari týðing eftir Elin Súsonnu Jacobsen.
Stóribeiggi Skorpuna, Jónatan, fortelur honum um Nangijala, landið, hagar tú fert, tá tú doyrt. Tí Skorpan er lítil og bangin, og skjótt fer hann at doyggja.
”Øll ævintýr koma úr Nangijala, tí tað er í Nangijala, at allar søgurnar fara fram, og tann, sum kemur hagar, sleppur at vera uppi í ævintýrum frá morgni til myrkurs og um næturnar við,” segði Jónatan.
Tí er tað so gott, at Skorpan sleppur at vera saman við Jónatani í Nangijala. So gott, at teir har fara at verða Brøðurnir Leyvuhjarta.