Fyrsta bók í einum tríverki um klukkudrongin, Darkus. Bøkurnar eru so væl móttiknar, at tað longu nú verður arbeitt við at gera tær til sjónvarpsrøð.
Darkus trýr ikki sínum egnu eygum, tá ið eitt risastórt skordýr dettur niður úr buksibrókini hjá hansara ræðuliga, nýggja granna.
Tað er ein stór klukka - og hon tykist at vilja siga honum okkurt.
Pápi Darkus er horvin, og onkursvegna hevur klukkan okkurt við hetta at gera. Hvat vil klukkan honum? Og hvat er sambandið við pápan?
Og so hittir Darkus Lucretiu Cutter, og so verður alt bara enn verri.