Tveyogtjúgu ár eftir slóðbrótandi útgávuna av Myrkursins Frumevni vendir Philip Pullman aftur til hesa episku paralellverðina í eini meistarliga væl skrivaðari skaldsøgu: Fyrsta bindi av Bókini um Dust.
Lívið hjá Malcolmi í vertshúsinum við Thamesánna er trygt og eydnusamt, men har hendir ikki nógv.
Men ein vetur, tá ið tað ikki vil gevast at regna, bresta kreftir innan vísindi, átrúnað og politikk saman, og tá ið veðrið øtlar, og regnið verður til vatnflóð, verður alt, sum Malcolm trýr uppá, skrætt sundur.
Hann fær nýføðingin, Lyru, í varðveitslu og noyðist at taka ímóti størstu avbjóðingini nakrantíð og fara eina vandafulla ferð, sum skal broyta hann og Lyru fyri alla tíð.