Fjórða bókin í røðini Kepler62
Ari, Maria og Jóni eru umsíðir komin til gongustjørnuna Kepler62e. Á gongustjørnuni er gras, plantuvøkstur og vatn, og tey byrja spakuliga at síggja eina framtíð fyri sær. Men so finnur Maria útav, at tey ikki eru einsamøll á gongustjørnuni. Kann hon líta á hesar verurnar? Jóni verður lívshættisliga sjúkur, og tá noyðist hon at taka kjansin.