Katrin gongur í barnagarð og hon hevur sera lívligt hugflog, og so vil hon verða viðurkend, sum tann hon er í veruleikanum.
Tá tað er keðiligt at ganga í barnagarð, so kanst tú finna upp á ævintýr sjálv.
Tí er tað, at konan í barnagarðinum í veruleikanum er ein heks, sum er í parti við uppvaskidrekanum, og nú ætlar uppvaskidrekin at stjala gullið á gullfiskinum Blobb, men tað skal hann ikki sleppa, tí Katrin ætlar at bjarga honum.
Og tað fer hon at klára, tí hon er jú ein prinsessa!