Ovast uppi undir Malarbrúnni í Svínoy býr ein haruungi, sum eitur Nelus.
Haruungar dámar væl at spæla og leika í úti á bønum og í haganum.
Sama ger Nelus. Ein dagin á vetri finnur hann eina takplátu, sum er fokin til fjals í illveðrinum.
Nelus fer at skreiða á platuni, men knappliga endar hann í Geiláani og verður fastur í kavanum.
Tíbetur koma tvey børn framvið og hjálpa honum, og hvussu tað spælir av, mást tú lesa í hesari fittu bókini.
Fremst er eitt kort av oyggjunum norðanfyri og aftast er savnað eitt sindur av fakta um haruna.
Les ummæli av bókini og fakta um haruna her: