Ýr hevur óføra gott hugflog. Hon spælir og finnur upp á alla tíðina. Eitt kvøldi finnur pápin ein dunnuunga í garðinum, og tað dámar sjálvandi Ýr. Eina nýggja vinkonu fær hon eisini, tá ið Røskva kemur at ferðast í grannahúsunum.
Høvuðspersónurin er Ýr, ein fitt 5 ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog. Hon spælir og finnur upp á alla tíðina. Eitt kvøldi finnur pápin ein dunnuunga í garðinum, og tað dámar sjálvandi Ýr. Eina nýggja vinkonu fær hon eisini, tá ið Røskva kemur at ferðast í grannahúsunum.
Bæði pápin og stórasystur siga søgur fyri Ýr, og soleiðis verða eisini tríggjar søgur í søguni: Um vættrarnar Snurra og Vupp, um eingilin Andras, og um tá ið abbin var smádrongur.