Tað besta, Maggi veit, er at sparka fótbólt. Hann droymir um at vera Slatan og at renna út á San Siro-vøllin í Milano, meðan lógvabrestirnir frá áskoðarunum dundra.
Í veruleikanum spælir Maggi við GÍF, sum ikki hevur vunnið ein einasta dyst. Allar mammurnar eru og hyggja, og nú skal liðið spæla móti Suðurgerði. Munnu teir hava nakran møguleika?