Julia vil illa brúka bjargingarvest, tá hon skal á seiðaberg, men tað vil mamman ikki hoyra.
Julia sær eitt so vakurt igulker og roynir at fáa hendur á tí. Hon ekur longri út á kaikantin og toyggir seg við glúpinum, alt tað hon er ment. Í tí at hon fær tað stóra igulkerið í glúpin, glíður hon av kaikantinum!